
Køkurin á Hotel Hilton
Ein avbjóðandi og sera spennandi uppgáva, sum umfataði barr, buffet og komplettan stórkøk, íroknað køli- og frystirúm. Helst flottasti stórkøkur í landinum, og barr/buffet úr føroyskum gróti. Loysnin varð gjørd í sera tøttum samstarvi við Hilton-samtakið og Kontrast arkitektar. Hilton hevði eina sera umfatandi kravfesting, sum neyvt skuldi fylgjast. Køkurin hevur m.a. trý ymisk sløg av uppvaskimaskinum, har ein teirra hevur tunnilsskipan, har borðbúnaðurin verður vaskaður í ymiskum stigum, turkaður og fluttur úr einum stað í annað. Kundin gekk høgt uppí, at sniðið á køkinum skuldi tryggja gott reinføri, samstundis sum hann skuldi vera vakur at sýna fram og ergonomiskur fyri starvsfólkið. Avgerandi fyri kundan var eisini høga tænastustøðið, Leif Mohr kann veita.