Søgan

Leif Mohr er fremsti føroyski veitarin av stórkøkum til stovnar, ídnaðin, matstovu- og gistingarvinnuna og tænastuvinnuna. Haldgóðar loysnir, høgt tænastustøði og drúgvar royndir eru okkara eyðkenni.

Vit veita heildarloysnir, sum kunnu vera bæði standardloysnir ella sergjørdar loysnir til ítøkiliga tørvin hjá kundanum, ofta í tøttum samstarvi við arkitekt. Gjøgnum okkara netverk av undirveitarum hava vit stórt úrval av køkseindum og staklutum og kunnu tí veita mestsum alt, sum finst á marknaðinum. Vit hava veitt stórkøkar til hópin av almennum stovnum, umframt hotell og matstovur í Føroyum, har okkara royndir og serfrøði hava verið neyðugar fyri at liva upp til umfatandi kravfestingar.

Umframt sjálvan køkin veita vit ofta eisini barr, buffet, køli- og frystirúm. Framkomnar loysnir við m.a. fleiri sløgum av uppvaskimaskinum ella uppvaskimaskinum við tunnilsskipan, har borðbúnaðurin verður vaskaður í ymiskum stigum, turkaður og fluttur úr einum stað í annað. Vit hava holla vitan um, hvussu tú tryggjar gott reinføri, funktionalitet og ergonomi. Okkara høga tænastustøði er væk kent í vinnuni.