Leif Mohr søkir sølulærling.

Kundi tú hugsað tær eitt lærupláss í einari nýmótans fyritøku? Leif Mohr er annað enn káplar og lampur. Í handli okkara selja vit, umframt el-tilfar, m.a. eisini hvítvørur, húsarhaldstól og amboð.

Her fært tú eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Tú fært ábyrgd, og eftir lokna lærutíð hevur tú eitt viðurkent prógv, sum gevur tær eitt gott grundarlag fyri ein spennandi yrkisleið innan sølu og ráðgeving.

Umframt at læra kynstrið at selja og samskifta, fært tú eisini gott innlit í aðrar uppgávur, sum eru knýttar at handlinum. So sum marknaðarføring, innkeyp, goymslustýring, logistikk og annað fyrifallandi.

Tøkniliga menningin gongur skjótt, og vit vilja fylgja við. Sum sølulærlingur hjá okkum fært tú eisini innilit í nýggjastu tøkni inn el- og húsarhaldstól. Tí er tað ein fyrimunur, at tú hevur áhuga í tøkni, og samstundis ert forvitin eftir at læra meira um nýggjastu tøkninga.

Vit vænta, at tú fegin vilt læra og ert hugagóð/ur til hetta arbeiði. Annars er tað ein fyrimunur, um tú:

  • Ert álítandi
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Dugir at samskifta við kundar
  • Ert arbeiðssom/samur, røkin og fyrikomandi
  • Ert forvitin og vilt læra tað nýggjasta innan tøkni

Vit bjóða tær eitt áhugavert starv, sum saman við undirvísing á skúla í Danmark gevur tær eina útbúgving við nógvum framtíðarmøguleikum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH ella líknandi útbúgving. Annars leggja vit dent á, at tú hevur áræði og vilja til at gera mun, til gleði fyri teg sjálvan, tínar starvfelagar og fyritøkuna.

Vilt tú vita meira? Ring til Jóan Petur á 291255, ella send ein teldupost á jpj@lm.fo