Hvítvøru verkstaður

Okkara hvítvøruverkstaður er tiltikin í Føroyum og kendur fyri høgt tænastustøði og skjóta avgreiðslu. Vit hava fólk við serkunnleika og serstakliga drúgvum royndum, ið eru skjót á staðið at loysa ella fyribyrgja trupulleikar. Verkstaðurin veitir tænastu og regluligt eftirlit av hvítvørum og stórkøkum hjá ídnaði, tænastuvinnu og stovnum umframt privatkundum.