køli/frystiskáp

Vit hava stórt úrval av køli- og frystiskápum til føroysku húsarhaldini. Hevur tú eina gamla frystiboks, er kostnaðurin fyri eitt nýtt, orkuvinarligt frystiskáp skjótur at vinna inn aftur. Eisini geva skápini væl betri yvirlit yvir, hvat tú eigur inni. Nýggjastu køliskápini kunnu økja munandi um haldførið á matvørunum og harvið minka um matspillu. Vit hava eisini loysnir við køli- og frystiskápi saman; hesar krevja minni pláss og loysa seg væl fíggjarliga. Vit hava stórt úrval av vanligu støddini á skápum men eisini serloysnir, sum eru smalari ella breiðari. Vit eru serfrøðingar á økinum og hava veitt haldgóða dygd til kundar okkara síðani 1950-ini.