Pumpur

Vit veita vegleiðing og tilboð upp á alskyns pumpuloysnir til skip, virki og stovnar, so sum seintrifugalpumpur, sirkulatiónspumpur, pumpubrunnar, lensipumpur og dykkpumpur. Eisini veita vit spillivatnsloysnir. Okkara tænastudeild tekur sær av umvælingum og viðlíkahaldi og hevur stóra goymslu av eykalutum. Á okkara elmekaniska verkstaði umvæla vit allar pumpur.