Vinnuligur verkstaður

Okkara verkstaður veitir tænastur til ymisk økir. Vit hava drúgvar royndir innanfyri kompressaraeindir og iltskipanir til alivinnuna. Vit arbeiða innanfyri køli- og frystiskipanir til øll endamál. Vit kenna til føroysk myndugleikakrøv á hesum økjum og kunnu tí bæði ráðgeva um hesi øki og veita loysnirnar. Harumframt bjóða vit tænastuavtalur, ið tryggja, at raksturin er støðugur og uttan íhald, og at øll krøv verða fylgd. Vit hava eitt stórt lagur, sum ger okkum før fyri skjótt at kunnu skifta lutir og gera umvælingar fyri at fyribyrgja rakstrarsteðgi. Okkara sterka netverk av veitarum tryggjar, at vit skjótt kunnu skaffa serdeilir og fáa ráðgeving í serligum støðum.

 

Okkara elmekaniski verkstaður hevur faklærdar elektromekanikarar. Vit hava serfrøði innan elmekanikk, herundir uppseting og tænastu í sambandi við elektromekaniskar skipanir. Vit umvæla allar motorar og hava bæði viklimaskinu og stóran ovn.

 

Eisini seta vit upp trykkluftskipanum og leita fram lekar, tá ólag er á skipanum. Leif Mohr hevur sett størri trykkluftsskipanir upp í Føroyum og bjóðar tænastuavtalur av hesum.

 

Verkstaðurin er harumframt løggildur kølimontørur. Vit hava fleiri góðkendar kølimontørar og kunnu tí veita holla tænastu.