Kompressarar

Leif Mohr er umboð fyri dygdarmerkið Kaeser og hevur í nógv ár veitt kompressarar, blásarar og trykkluftsútgerð til føroysku vinnuna. Kaeser er nógv mest brúkti kompressarin í alivinnuni og eisini nógv brúktur í skipaflotanum. Tað er alt meira vanligt at brúka lufttrýst á virkjum, tí trykkluft er sera góð tøkni at fáa eitt nýtímans virki at virka á bestan hátt.

 

Stempulkompressarar verða nýttir til smærri loysnir, meðan skrúvukompressarar eru neyðugir, um lufttørvurin er stórur. Vit seta upp og viðlíkahalda luftkompressarar og trýstluftskipanir og bjóða tænastuavtalur til eftirlit, viðlíkahald og umvælingar.