VIT SØKJA FLEIRI STARVSFÓLK
22.11.2022Fyri at styrkja okkara sølu- og tænastutoymi, leita vit eftir:
– søluráðgeva
– handverkarum til mekaniska verkstaðin
– sølufólki til handilin
– handilslærlingi
Tað er ikki neyðugt at skriva ein langa umsókn. Tær nýtist bara at skriva hvørjum starvi, tú ert áhugað/ur í. Til dømis: “Eg eri áhugað/ur í starvinum sum vinnuráðgevi”. So seta vit okkum í samband við teg. Tú kanst skriva til okkara í Messenger á lm@lm.fo, ella tú kanst ringja til okkara á 351220 – sig at tú ert áhugað/ur í einum starvi.
UM STØRVINI
Søluráðgevi
Søluráðgevar gera uppsøkjandi søluarbeiði og røkja serliga stóru kundarnar, sum fevna um: Alivinnuna, skip, framleiðsluvirkir, fyritøkur, kommunur, v.m. Talan er um sjálvstøðugt arbeiði, har tú verður partur av einum toymi.
Handverkarar til verkstaðin
Til verkstaðin hjá okkum leita vit eftir handverkarum. Hesir verða partur av toyminum á okkara verkstaði í Stiðjagøtu. Verkstaðurin veitir tænastur til vinnulívið: Alivinnuna, framleiðsluvirkir, skip, frystigoymslur og annað. Arbeiðið fevnir um køliarbeiði, elmekaniskt arbeiði, hitapumpur, trykkluftskipanir við t.d. luftkompressarum og oxygengeneratorum við meira. Viðkomandi útbúgvingar eru elektrikari, rørsmiður, maskinmeistari ella líknandi. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit kunnu eisini skipa fyri upplæring, um tað er neyðugt.
Fólk og lærlingur til handilin
Til handilin leita vit eftir einum sølufólki og einum handilslærlingi. Arbeiði snýr seg um avgreiðslu av kundum bæði í handlinum og gjøgnum mail, telefon og annað. Kundarnir eru vinnufyritøkur, handverkarar, skip, privatkundar og almennir stovnar/kommunur v.m. Vørubólkar eru eltilfar, elmekaniskt tilfar, køliautomatikkur, ídnaðarautomatikkur og annað, sum hoyrir hesum til. Fyri tann rætta persónin er møguleiki fyri leiðandi starvi í handlinum.
Nærri kunning um arbeiðini fæst við at seta seg í samband við Leiv á 291225 ella Magna á 291275
Leif Mohr veitir vørur og tænastur til vinnulív, skip, privatfólk, og almennar kundar.