Privatlívsspolitikkur
10.06.2021KUNNING UM KENNIFÍLUR
KUNNING UM NÝTSLU AV KENNIFÍLUM
Vit nýta kennifílur á heimasíðuni www.lm.fo fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt. Einstøk kennifílur innheintar persónsupplýsingar (upplýsingar um nýttu tóleindina, IP-adressu osfr.).
Við hesi kunning vilja vit geva okkara vitjandi eitt greitt yvirlit yvir møguligu viðgerðina av personsupplýsingum, sum fer fram umvegis heimasíðuna, umframt hvørjar møguleikar tú hevur fyri at nokta hesi viðgerð.
VIÐGERÐ AV PERSÓNSUPPLÝSINGUM UMVEGIS KENNIFÍLUR
Okkara nýtsla av kennifílum kann viðføra viðgerð av persónsupplýsingum, og tískil viðmæla vit at tú eisini lesur okkara Dátuverndarkunning, sum lýsir okkara viðgerð av persónsupplýsingum sum heild, og ikki bara umvegis heimasíðuna, og eisini greiðir frá um tey rættindi, sum Dátuverndarlógin veitur tær.
SAMTYKKI
Við at brúka okkara heimasíðu og trýsta ”Eg góðtaki” á okkara fráboðan um kennifílur á heimasíðuni, gevur tú samtykki til at Leif mohr kann nýta kennifílur, sum lýst niðanfyri. Tú kanst afturkalla ella broyta títt samtykki við at broyta stillingarnar í yvirlitinum, eins og tú kanst blokera kennifílur í tínum kaga.
HVAT ER KENNIFÍLA?
Kennifíla eru smáar tekstfílur, sum verða goymdar av tínum kaga (browsara) á tínari teldu, snildfon ella tilsvarandi við tí endamáli, at kenna aftur, minnast stillingar, gera hagfrøði, og málrætta lýsingar. Kennifíla merkir í hesi kunning og í samtykkinum eisini aðrar hættir fyri sjálvvirknari dátuinnsavnan, sum t.d. Flash-cookies (Local Shared Objects), Web Storage (HTML5), Javascripts ella kennifíla, ið verða sett við nýtslu av øðrum ritbúnaði. ”kennifílur” fevna eisini um upplýsingar um MAC-adressu og aðrar upplýsingar um tína tóleind.
kennifílur kunnu verða nýtt av Leif Mohr og av triðapørtum (sí yvirlitið).
Grundleggjandi eru tvey sløg av kennifílum: fyribils og verandi. Fyribils kennifíla er knýtt at tí aktuellu vitjanini og verða strikaðar sjálvvirkandi tá ið tú sløkkir kagan. Verandi kennifíla verða ikki strikað tí tey hava serliga funktión t.d. kennifíla, sum goyma frávalstillingar. Tú kanst sletta allar ávísar ella allar cookies, sum tín kagi hevur goymt umvegis stillingarnar á kaganum.
HVØRJAR UPPLÝSINGAR SAVNA VIT?
Tá tú ferðast á okkara síðu, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:
- Hvørjar kennifílur verða goymd
- Slag av tóleind
- Slag av kaga (browser)
- Tíðarsonu
- IP-adressu
- Hvørjar síður, tú vitjar
- Hvussu tú fanst fram til okkara síðu
Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind.
Tú kanst síggja hvørjir kennifílur, ið verða nýtt her.
HVUSSU SLEPPUR TÚ UNDAN OG STRIKAR TÚ KENNIFÍLURNAR?
Um tú ikki vilt hava, at heimasíða okkara leggur kennifílur á tína tóleind, kanst tú altíð afturkalla ella broyta títt samtykki við at broyta stillingarnar í yvirlitinum, eins og tú kanst forða fyri kennifílum í tínum kaga. Hvussu tú forðar fyri kennifílum valdast hvønn kaga tú nýtir. Um tú nýtir fleiri ymiskar kagar, er neyðugt at gera broytingar í øllum kagum.
Um tú afturkallar samtykki, strikar ella forðar fyri kennifílum, kann tað henda, at heimasíðan ikki virkar 100% optimalt, og at tú ikki fært atgongd til ávíst innihald.