Stuðul frá Leif Mohr

Leif Mohr ynskir fegin at lata stuðul, bæði til einstaklingar, bólkar og feløg í føroyska samfelagnum, sum ynskja at røkka ásettum endamálum.

 

Vit ynskja í høvuðsheitum at stuðla vælgerandi endamálum í nærumhvørvinum, eitt nú innan ítróttin, mentanina og tónleikin, men øll eru vælkomin til at senda eina umsókn um stuðul.

 

Sum meginregla stuðla vit tó ikki øðrum vinnuligum virksemi, tónleikafløgum, bókútgávum ella uttanlandaferðum hjá t.d. ítróttarfeløgum ella skúlaflokkum.

 

Við umsóknini ynskja vit at vita:

    • Hvør søkir um stuðulin

    • Hvat endamálið við stuðlinum er

    • Hvør upphæddin er

    • Nær skal stuðulin nýtast

    • Hví umsóknin hevur okkara áhugað

 

Umsóknin skal sendast á studul@lm.fo

Umsóknir, ið verða sendar við freist undir ein mánaða, verða ikki viðgjørdar.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúðnaði eina ferð um mánaðan.