Stýringar
Leif Mohr kann ráðgeva tykkum um, hvussu tit kunnu stýra tykkara orkunýtslu við stýringsskipanum til ljós, ventilatión, hitaskipan, alarmar við meira.
Ljósið kann stýrast við rørslufølarum, urum ella tíðarinnstilling við meira. Ljósið kann soleiðis eisini innstillast so tað hóskar til tað, sum fer fram í rúmunum ella uttanfyri júst í tí løtuni. Við stýringum kanst tú stilla ventilatión og hita, so hitin er júst tann rætti og inniluftin tann best møguliga. Stýringar verða stýrdar frá miðstøð og kunnu yvirvakjast frá teldli ella telefon.