

Um Leif Mohr
Hjá Leif Mohr eru vit errin av at veita vørur, loysnir og tænastur av høgari góðsku til kundar okkara, og arbeiða vit miðvíst fyri at varðveita hetta sum okkara fremsta mál. Hetta við framhaldandi at raðfesta fakliga dygd við viðkomandi vitan og førleika, soleiðis at okkara starvsfólk hava bestu útlitini fyri at røkja tørvin hjá kundum okkara, óansæð um uppgávan er lítil ella stór.

Hitapumpu frá Leif Mohr?
Umhugsar tú grøna orku? Vit hava latið fleiri enn 200 luft-til-vatn hitapumpur, bæði til privat- og vinnukundar, og bæði innan nýbygging og umbygging. Umframt eina hitapumpu við tí serkendu týsku góðskuni, hava vit eitt sera sterkt og vælmannað tænastutoymið, ið er við frá byrjan til endan – eisini eftir keypið!
Hevur tú tørv á el-tilfari?
Vit hava alt til el-innleggingina á goymslu, ið bæði eru til taks fyri privat- og vinnukundar fyri kappingarførar prísir. Stikkkontaktir, avbrótarar, demparar, installatiónskaðal, spottar, samlidósir, talvur, sikkringar, ja alt til el-innleggingina. Somuleiðis hava vit dugnalig starvsfólk við elektrikararoyndum, ið kunnu veita vegleiðing og ráðgeving um alt innan el. Støkk inn á gólvið ella set teg í samband við okkum, so finna vit tí røttu loysnina.

Tryggur veitari
Leif Mohr hevur síðan 1935 verið ein tryggur og álítandi veitari til føroysku vinnuna. Fyritøkan hevur verið í støðugari menning síðan fyrsta dagin, og hevur hetta eisini við sær, at uppgávurnar og verkætlaninar hava verið víðfevnandi. Málið hevur – og fer – tó altíð at vera tað sama; at bjóða trygga og bestu tænastuna fyri kundan.
Bílegg ein
elektrikara
Skalt tú umvæla kjallaran, innrætta eitt nýtt kamar, skifta eina kontakt ella broyta eitt lampustað? Ella hevur tú brúk fyri hjálp at loysa onkrar trupulleikar við el innleggingini? Fylg leinkjuni niðanfyri, og lat okkum hjálpa tær.