Søludeild

Leif Mohr bjóðar eina breiða viftu av loysnum til vinnuliga marknaðin. El-innleggingar, ið er okkara flaggskip, er í dag bert ein av mongu fjølbroyttu og spennandi virkisøkjunum. Felagsnevnarin fyri virkisøkini er tænasta, og tí raðfesta vit at bjóða kundum okkara ráðgeving frá vællærdum starvsfólkið við drúgvum royndum, soleiðis vit saman finna røttu loysnina. Umframt dugnaliga sølutoymið, hava vit somuleiðis tiltiknar verkstaðir, ið eru við til at skapa ein tryggleika fyri kundan.