Leif Mohr hevur í yvir 50 ár verið ein tryggur og álítandi veitari til føroysku skipini. Tey, ið kenna skip, kenna eisini okkara Petur Sørensen, sum síðan 80’ini bæði hevur veitt motorar, sensorar, stýringar og ljósarmaturir, umframt at hava fingið fatur á serligum vørum úr øllum heimspartum, tá eingin annar kundi.

Søludeildin
Petur Sørensen
Søluleiðari

Petur Sørensen hevur sera drúgvar royndir, og er altíð klárur at hjálpa við ráðgeving og sølu av vørum innan allar viðkomandi vørubólkar til skip. Umframt at vit hava eitt stórt og breitt úrval á goymslu, kunnu vit fáa fatur á flest øllum vørum – eisini tá tíðin er knøpp.