Søgan

24. juli í 1935, beint fyri ólavsøku, kunnger ein ungur elektrikari umvegis eini lýsing í Dimmalætting, at hann er farin undir sína egnu installatiónsfyritøku, og at alt elektriskt arbeiði verður gjørt “gott, skjótt og bíligt”.

Hesin elektrikarin æt Leif Mohr, ið eins og fleiri aðrar risastórar fyritøkur, byrjaði sítt virksemi í einum kjallara í Steingøtu, har goymslan og verkstaðurin hildu tit.

Virksemi hjá Leif Mohr fevndi um vanligar húsainnleggingar, umvælingararbeiði á elnetinum í býnum, innleggingar í einstakar størri bygningar, virkisbygningar og eisini skip, sum so smátt fóru at fáa sær elektriskan streym og somuleiðis trolarar, ið skuldu hava elkervini umvæld.

Kjallarin í Steingøtu gjørdist skjótt ov lítil, og eitt lítið ár eftir stovningardagin, flutti Leif Mohr virksemi í ein bygning har Niels Finsensgøta og Kongagøgta møtast. Í tí bygninginum hevði Leif Mohr aðra helvtina til handilshøli og goymslu, meðan Mina Mortensen Vilhelm hevði eina hattabúð í hinari helvtini. Í 1937 flutti Leif Mohr aftur virksemi. Hesa ferð í Dr. Jacobsensgøtu, har handilsvirksemi veruliga byrjaði. Handilin bjóðaði m. a. radiotól, dustsúgvarar, rakimaskinur, ljósakrúnur, lampur, perur, skermar, avbrótarar, leiðningar, kaðalar, sikringar, elektromotorar og ymiskt annað, sum sum hoyrdi eini elbúð til tá á døgum.

Við el-innleggingararbeiðnum gekk eisini framá. Fyrsta stórarbeiðið hjá Leif Mohr var elektriska innleggingin til Hvíldarheimið Naina í Gundadali. At hjálpa sær hevði Leif Mohr ein lærling við sær, ið kallaðist Einar Mikkelsen.

Av størstu og kendastu veitarum og samstarvsfelagum tá, kunnu m. a. nevnast Louis Poulsen og Bang & Olufsen, ið vóru við til at styrkja um góðu vørurnar og tænasturnar, sum Leif Mohr bjóðaði fyrstu árini.

Undir krígnum vóru bert fáar el-innleggingar lagdar inn á hús, eitt nú Steffansonshúsið á Kongabrúnni, og í Havnar Fiskacentral á Gulakletti seinnu helvt av krígnum. Men Leif Mohr hevði longu gjørt elektriskt arbeiði umborð á mjólkabátunum, trolarum og sluppum í samband við Tórshavnar Skipasmiðju, sum eldri bróður Leif, Kjartan Mohr, stýrdi, og gjørdist hetta størsta virksemið hjá Leif Mohr undir krígnum.

Hóast Leif Mohr noyddist at lata handilin aftur, fekst alt at hanga saman kortini. Umframt arbeiðið uppá bátar og skip, hevði Leif Mohr mestsum allar tær elektrisku innleggingarnar, sum bretska hersetingarvaldið hevði í Havnini.

Eftir kríggið var byggitilfar aftur at fáa, og kom gongd á húsabyggingina, og hartil vórðu fleiri el-innleggingar. Virkir víðkaðu um virksemi hjá sær, og Leif Mohr fór í holt við at byggja fyrsta virkisbygningin, ið húsaði handil, skrivstovu, verkstað og goymlu. Hesin bygningurin, ið var at finna í J. H. Schrøtersgøtu, varð reistur í 1947.

Stórarbeiðið í 1959, umframt at gongd kemur á søluna av húsarhaldstólum, gjørdi at Leif Mohr valdi at byggja nýggjan bygning í J. H. Schrøtersgøtu, hinumegin vegin fyrsta virkisbygningin, ið varð bygdur eftir kríggið. Stórarbeiðið var í Mjørkadali. Kemp og Lauritzen lat tilfarið, og Leif Mohr saman við eini 15 øðrum frá fyritøkuni, lótu arbeiðsmegina. Nýggið virkisbygningurin var í tveimum hæddum, og taldi yvir 200 kvadratmetrar fyri hvørja hædd. Nýggi bygningurin varð tikin í nýtslu í 1963. Alt virksemi øktist. Serliga sølan til aðrar føroyskar el-innleggjarar var við at vaksa um virksemi hjá felagnum.

Vaksandi virksemi helt fram, og í 1975 valdi Leif Mohr at keypa eini hús á J. H. Schrøtersgøtu, har fyritøkan nú átti tríggjar bygningar. Hetta var tí at LM Handilin, ið var partur av fyrsta bygninginum, var vorðin ov lítil. Nýggjasti bygningurin hjá felagnum rúmaði nú útvarpum, plátuspælarum og plátum, bondum, umframt elektriskar hentleikar av øllum slag.

Støðuga menningin hjá fyritøkuni hevði við sær, at umstøðurnar í J. H. Schrøtersgøta skjótt fóru at gerast trongligar. Tí fór Leif Mohr at hugsa um at flyta virksemi í størri umstøður, og sendi Tórshavnar Býráð fyrispurningar um grundstykki aðrastaðni. Málið var ikki avgreitt tá Leif Mohr andaðist í 1978. Árið eftir fekk fyritøkan møguleikan at byggja á grundstykki á Smyrilsvegnum, og í einari handavending varð avgjørt at taka av tilboðnum. Á sjálvum 45 ára degnum hjá felagnum í 1980, legði kona Leif Mohr, Thyra Mohr, grundarsteinin til núverandi høvuðssætið hjá fyritøkuni.

Í 1981 samlar fyritøkan virksemi í nýggja bygninginum á Hálsi. Bygningurin hýsir stórari goymslu, skrivstovu, teknistovu og verkstaðið. Fyritøkan telir fleiri enn 50 starvsfólk, ið starvast sum elektrikarir, goymslufólk, krambafólk, verkfrøðingar og umsitingarfólk. Leif Mohr sjálvur náddi ikki at starvast í nýggja bygninginum. Hann gjørdist 69 ára gamal.

1. mai í 1981 varð flutt inn í nýggja bygninginum á Smyrilsvegi, har alt virksemi varð samlað – burtursæð frá LM Handlinum, sum tó heldur ikki var verandi í Schrøtergøtu. Um hetta mundið, varð SMS víðkað, og avgerð varð tikin um at flyta LM Handilin í SMS. Hann lat upp í SMS tann 27. august í 1981, og bygningurin í J. H. Schrøtergøtu vórðu leigað postverkinum.

(Bygningurin, sum fyritøkan bygdi á Smyrilsvegi er hin sami, sum Leif Mohr er at finna í dag. Orsøkin til at bústaðurin í dag eitur Hoyvíksvegur 53 er, at innkoyringin varð flutt frá Smyrilsvegnum til Hoyvíksvegin.)

(…)