Um Leif Mohr

Leif Mohr er ein stolt sjálvstøðug føroysk fyritøka, ið umvegis álit frá kundunum, hevur veitt tryggar og haldførar loysnir í 90 ár.

Fyritøkan, sum í 1935 byrjaði sum ein einstaklinga el-innleggingarafyritøka, hevur við støðugari menning ment seg til eina av størstu og fremstu fyritøkunum í landinum. Virksemi er sera fjølbroytt, og fevnir m. a. um ráðgeving, sølu og tænastu, bæði til privata- og vinnuliga marknaðin, umframt at fyritøkan eisini er virkin sum heildarveitari innan el-innleggingar av øllum slag.

Hjá Leif Mohr eru vit errin av at veita vørur, loysnir og tænastur av høgari góðsku til kundar okkara, og arbeiða vit miðvíst fyri at varðveita hetta sum okkara fremsta mál. Hetta við framhaldandi at raðfesta fakliga dygd við viðkomandi vitan og førleika, soleiðis at okkara starvsfólk hava bestu útlitini fyri at røkja tørvin hjá kundum okkara, óansæð um uppgávan er lítil ella stór.