
Stuðul
Stuðul frá Leif Mohr
Leif Mohr ynskir fegin at lata stuðul, bæði til einstaklingar, bólkar og feløg í føroyska samfelagnum, sum ynskja at røkka ásettum endamálum. Vit ynskja í høvuðsheitum at stuðla vælgerandi endamálum í nærumhvørvinum, eitt nú innan ítróttin, mentanina og tónleikin, men øll eru vælkomin til at senda eina umsókn um stuðul.
Sum meginregla stuðla vit ikki øðrum vinnuligum virksemi, tónleikafløgum, bókútgávum ella uttanlandaferðum hjá t.d. ítróttarfeløgum ella skúlaflokkum – stuðul umvegis keyp av lutaseðlum e. l. Umsóknir, ið verða sendar við freist undir ein mánaða, verða ikki viðgjørdar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúðnaði eina ferð um mánaðan.
GG: Umsóknir, ið ikki verða latnar okkum umvegis heimasíðuna, verða ikki viðgjørdar. Umsóknir, ið ikki fylgja krøvini omanfyri, verða ikki svaraðar.