Leif Mohr bjóðar tryggar heildarloysnir innan køling og frysting. Óansæð um uppgávan er at lata eina minni loysn til matstovur, eina størri loysn til størri heilsølur, ella um talan er um viðlíkahald ella umvæling, ynskja vit at veita eina trygga og haldføra loysn.

El-mekaniskur verkstaður
Arne Olsen
Leiðari
Søludeildin
Arnstein Davidsen
Søluleiðari

Vit hava drúgvar royndir og vitan innan køling og frysting. Umframt tætta samstarvi við okkara verkstað, samstarva vit somuleiðis við teimum fremstu veitarunum á marknaðinum, ið eru við til at leggja støðið fyri eini tryggari heildarloysn.