
Lýsingarskermar
Lýsingarskermarnir eru í dag vorðnir ein av fremstu lýsingarháttunum, ið fyritøkur og feløg nýta. Leif Mohr hevur veitt fleiri av flottastu lýsingarskermunum í landinum, ið eru sum skaptir til harða føroyska veðurlagið. Vit umboða ViewNet, ið er ein av størstu evropeisku veitarunum av skermum. Umframt harðføru uttanduraskermarnar, kunnu vit m. a. eisini veita skermar til bensinstøðir, pylonir, ítróttabandar og -máltavlur, umframt fleiri aðrar loysnir.

Eyðun Samuelsen
Set teg í samband við okkum
Vit eru altíð klár at hjálpa við lýsingarskermum, bæði við ráðgeving og sølu, umframt at vit somuleiðis kunnu taka okkum samskipa uppsetan, viðlíkahald og umvælingum av øllum skermum. Vit hava dugnaligar elektrikarar, ið bæði eru við til at seta skermarnar upp, umframt at umvæla tá tørvur er á tí.