SMS

Kundi
SMS

Stað
Tórshavn

Virkisøkir
Skermur
Stýring
Uppseting
Viðlíkahald

Leif Mohr hevur latið eina loysn til SMS, ið ynskti tveir stórar lýsingarskermar úr hægstu góðsku. Vit valdu tí tveir skermar, ið m. a. innihalda Super Black LED-panelir og PixelClaer. Skermarnir hava eina sera lága streymnýtslu, umframt at teir geva sera klárar myndir, sjálvt tá sólin stendur beint inná, og við hesum fingu vit nøkta ynskini og tørvin hjá kundanum.

Skermarnir, ið hava koyrt síðan á várinum í 2024, vórðu settir upp umvegis okkara dugnaligu elektrikarum, ið vit dagliga samstarva við um alskyns uppgávur, ið somuleiðis kunnu vera skjótir á staðnum, um so er at skermarnir í framtíðini renna seg í feilir ella manglar.

Vit umboða ViewNet, ið er av fremstu evropeisku framleiðarum innan skermar av øllum slag. ViewNet raðfestir góðsku, ið eisini passar væl við okkara raðfesting og virksemi.

Søludeildin
Eyðun Samuelsen
Søluleiðari