Ein av nýggjastu virkisøkjunum hjá Leif Mohr, eru sjálvkoyrandi reingerðarrobottarnir, ið eru vorðnir sera væl umtóktir uppá stutta tíð. Vit umboða Gausium Robotics, ið m. a. hava latið loysnir til Novo Nordisk, Kastrup Lufthavn og REMA 1000-ketuna. Vit hava loysnir til allar tørvir, óansæð um hølini ella uppgávurnar eru stórar ella smáar.

Søludeildin
Eyðun Samuelsen
Søluleiðari
Hvítvøruverkstaður
Símun Svartá
Tøkningur

Vit eru altíð klár at hjálpa við øllum viðvíkjandi sjálvkoyrandi reingerðarrobottunum úr okkara vøruskrá. Umframt vegleiðing og ráðgeving, bjóða vit okkum somuleiðis at taka okkum av uppsetan, viðlíkahald og umvælingum. Okkara teknikari hevur viðkomandi undirvísing og skeiðir innan økið, soleiðis at vit kunnu bjóða best møguliga tænastu til kundar okkara.