Leif Mohr er heildarveitari við drúgvastu royndunum innan stórkøkar og køli- og frystirúm til føroyska marknaðin. Okkara køna sølutoymið samstarvar tætt við okkara eyðkenda hvítvøruverkstað, ið saman bjóða eina trygga heildarloysn, ið eisini fevnir um framtíðina.

Søludeildin
Arnstein Davidsen
Søluleiðari
Søludeildin
Eyðun Samuelsen
Søluleiðari

Vit hava sera drúgvar royndir innan stórkøkar, og eru altíð klárir at hjálpa bæði við ráðgeving og sølu, umframt at vit somuleiðis kunnu taka okkum av uppsetan, viðlíkahald og umvælingum í framtíðini. Umframt tætta samstarvi við okkara hvítvøruverkstað, samstarva vit somuleiðis við teimum fremstu veitarunum á marknaðinum, ið eru við til at leggja okkara støðið.