Tit kunnu gleða tykkum. Hetta verður stórt.
Dentur verður lagdur á, at vit øll koma at hava ein stuttligan og hugnaligan dag saman. Tað verða upplivingar, avbjóðingar, toymisarbeiði og samansjóving á skránni. Vit fara at flenna nógv og sveitta eitt sindur.
A skránni verður áleið tað sama sum í fjør, tá vit høvdu gokartkoyring, dartkapping, sláa-seym kapping, borðtennins, rógving og renning. Tó verður okkurt nýtt í ár. Tit hoyra nærri.
Eisini verður høvi at hugna sær við sjampanju í heitum pottum í LM túninum 😊
Tað verður møguligt at vinna sær ein flogferðaseðil við Atlantic – luttakast verður millum øll sum eru við.
Øll sum luttakað fáa eisini eina flotta T-shirt.
Dagurin verður skipaður sum kapping í bólkum. Tað verða bólkar á 5-8 starvsfólk. Tað verður skipa soleiðis, at øll kunnu vera við. Tað er ikki neyðugt at luttaka í øllum greinum , men onkrum.
Seinni um dagin verður stóra LM kalda-borðið, við øllum góðum føroyskum mati. Undir borðhaldinum verður kunngjørt hvør bólkur hevur vunnið kappingina. Ein verður lagdur út í vikuni frammanundan har fólk hava møguleika at bjóða seg framm at hava eitt hvørt við av viðskera.
Vit vóna at tað liggur fyri hjá øllum at luttakað.
Vinarliga
Trivnaðarbólkurin