Vegna økt virksemi í trygdardeildini, hava vit tørv á tøkningi ella elektrikara at byrja sum skjótast.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um tekniska trygd av bygningum. Arbeiðsuppgávurnar eru tó fjølbroyttar, ið m. a. vera at taka sær av skipanum, bæði innan alarm og trygd, ið skulu setast upp, umframt at uppgávurnar eisini fevna um feilfinning og tænastueftirlit.
Talan eru serliga um hesar skipanirnar:
- ABA (automatisk brand alarm)
- AIA (automatisk innbrots alarm)
- ADK (automatisk hurða kontrol)
- AVA (automatisk varsling alarm)
- ABV (automatisk brand ventilatión)
- ARS (automatisk rúm sløkking)
- ITV (sjóvarps yvirvaking)
Leif Mohr er størsta el-innleggjarafyritøka í Føroyum. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum, og gevur hetta tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Í løtuni starvast yvir 80 fólk í fyritøkuni, og uppgávurnar eru bæði spennandi, mennandi og fjølbroyttar.
Fyri okkum er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum starvsfólk lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og dugnaligum starvsfeløgum.
Vit vænta at tú hevur áhuga fyri økinum, og ert hugagóður til hetta arbeiðið. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, so er tað ein fyrimunur. Annars er ein fyrimunur um tú:
- Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði
- Kanst loysa arbeiðir og uppgávur sjálvstøðugt
- Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi
Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í støðugari menning. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Janus Rasmussen, leiðara á trygdardeildini, á teldupost jr@lm.fo ella telefon +298 291280.
Umsóknin skal sendast á jr@lm.fo ella lm@lm.fo, har tú fortelur eitt sindur um teg sjálva(n), og hví tú ynskir starvið. Freistin at søkja er fríggjadagin 25. apríl. Tó viðgera vit umsóknirnar so hvørt, og loyva okkum at seta starvið áðrenn freistin er av, so tað er ikki at halda umsóknini aftur.