Hvítvørutøkningur

Vegna økt virksemi leita vit eftir tøkningi til hvítvøruverkstaðin at byrja sum skjótast.

Hjá Leif Mohr eru vit millum fremstu veitarar innan hvítvørur og stórkøkar í Føroyum. Vit leggja stóran dent á góðsku, tænastu og tryggleika fyri kundan – bæði tá vøran verður seld, og ikki minst tá tørvur er á tænastu og umvæling.

Tú verður partur av einum vælskipaðum og vælmannaðum hvítvøruverkstaði við dugnaligum starvsfeløgum, sum hava drúgvar royndir og stóra fakliga vitan. Her verður arbeitt við fjølbroyttum uppgávum í einum góðum arbeiðsumhvørvi, har samstarv og hjálpsemi eru í hásæti.

Arbeiðsuppgávur:

Arbeiðið fevnir millum annað um:

  • Uppseting og tænastuarbeiði
  • Feilsøking og umvæling av hvítvørum
  • Kundasamskifti í samband við tænastuuppgávur
  • Ymsar praktiskar og tekniskar uppgávur á verkstaðnum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri tøkniligum arbeiði og handverki
  • Ert álítandi og tekur ábyrgd
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handaligt ella tekniskt arbeiði, men tað er ikki ein treyt. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug og vilja at læra.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í støðugari menning
  • Góð arbeiðsviðurskifti og dugnaligar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har góðska og dygdargott arbeiði eru sjálvsøgd

Í løtuni starvast umleið 90 fólk hjá Leif Mohr, og tú verður partur av eini fyritøku við fjølbroyttum virksemi og sterkum fakligum umhvørvi.

Umsókn og nærri kunning:

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Kenneth Johannessen, tekniska stjóra, á teldupost kj@lm.fo ella telefon +298 291237.

Umsókn við viðkomandi upplýsingum og møguligum prógvum skal sendast til kj@lm.fo. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og so hvørt tær koma inn, so vit mæla til at søkja skjótast gjørligt.

Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 26. juni. Tó viðgera vit umsóknirnar so hvørt, so tað er ikki at halda umsóknini aftur.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.