Eftirlitsfólk

Vit leita eftir einum skipaðum eftirlitsfólki til okkara trygdardeild at byrja sum skjótast.

Hjá Leif Mohr leggja vit stóran dent á góðsku, tryggleika og góða tænastu. Vit ráðgeva, selja og seta upp ymiskar trygdarskipanir, og leita nú vit eftir einum eftirlitsfólki, ið skal tryggja, at skipanirnar hjá kundum altíð rigga, sum tær skulu.

Tú verður ein partur av okkara trygdardeild og kemur at hava ábyrgd av dagliga eftirlitinum við skipanunum. Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir m. a. um eftirlit, uppfylging, samskifti við kundar og tekniska feilsøking. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, men verður samstundis partur av einum dugnaligum toymi við góðum fakligum stuðli.

Arbeiðsuppgávur:

Sum eftirlitsfólk kemur tú millum annað at arbeiða við:

  • Eftirliti og uppfylging
  • Feilsøking og viðlíkahald
  • Samskifti og ráðgeving
  • Uppseting, tillaging og dagføring
  • Samstarv við kundar og starvsfólk

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga innan trygd og kundatænastu
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Ert arbeiðssom/arbeiðssamur og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Fert hugaliga og jaliga til verka

Tað er møguliga ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir, men tað er ikki eitt krav. Tað týdningarmesta fyri okkum er, at tú hevur hug at læra og menna teg.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt lærustarv
  • Gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
  • Tryggar karmar og góðan stuðul frá leiðslu og starvsfólkum
  • Møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning
  • Eitt arbeiðspláss í støðugari menning, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin

Í løtuni starvast umleið 90 fólk hjá Leif Mohr, og tú verður partur av eini fyritøku við fjølbroyttum virksemi og sterkum fakligum umhvørvi.

Umsókn og nærri kunning:

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Janus Rasmussen, leiðara á Trygdardeildini, á teldupost jr@lm.fo ella telefon +298 291280.

Umsókn við viðkomandi upplýsingum og møguligum prógvum skulu sendast til jr@lm.fo. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og so hvørt tær koma inn, so vit mæla til at søkja skjótast gjørligt, um áhugi er fyri starvinum.

Freistin at søkja starvið er mánadagin 14. septembur. Tó viðgera vit umsóknirnar so hvørt, so tað er ikki at halda umsóknini aftur.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.