Vegna økt virksemi á okkara el-mekaniska verkstaði, leita vit eftir einum lærlingi innan automatiktøkni at byrja sum skjótast.
Leif Mohr er ein støðugt vaksandi fyritøka, ið hevur verið virkin í 90 ár. Tú kemur at starvast í eini fyritøku við fjølbroyttum virksemi, og gevur hetta tær eitt áhugavert lærupláss við ymiskum uppgávum. Í løtuni starvast yvir 80 fólk í fyritøkuni, ið hevur høvuðssæti á Hoyvíksvegnum í Tórshavn. Ein søludeild er eisini á Kambsdali, og el-mekaniski verkstaðurin heldur til “Úti í Vika”.
Fyri okkum er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum lærlingur lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og dugnaligum starvsfeløgum.
Vit vænta at tú hevur áhuga fyri økinum, og ert hugagóður fyri hesum arbeiðið. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, kann tað vera ein fyrimunur. Annars verður væntað, at tú:
- Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði
- Hevur góð samstarvsevnir
- Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi
Vit bjóða eitt áhugavert lærustarv hjá eini fyritøku í støðugari menning, har tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum, mennandi og spennandi uppgávum. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið. Umframt lærutíðina í Føroyum, bjóða vit tær skúlagongd undir frálíkum kørmum í Danmark (Odense ella Vejle).
Spurningar ella ivamál? Nærri kunning og upplýsingar um læruplássið fáast við at venda sær til Arna Olsen, leiðara á verkstaðnum, á teldupost ao@lm.fo ella +298 233000.
Umsóknin skal sendast á ao@lm.fo ella lm@lm.fo, har tú fortelur eitt sindur um teg, hví tú ynskir at koma í læru sum automatiktøkningur, saman við einum fólkaskúlaprógvi, ið er einasta minimumskravið. Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 4. juli. Tó viðgera vit umsóknirnar so hvørt, og loyva okkum at seta starvið áðrenn freistin er av, so tað er ikki at halda umsóknini aftur.