



Kundi
Landsverk
Stað
Tórshavn
Virkisøkir
Brúgvavekt
Í serligari uppgávu lótu vit eina robusta og framkomna brúgvavekt til Landsverk á Sundi, ið m. a. verður nýtt til at viga lastbilar. Sjálvvirkandi brúgvavektin tekur tey tungu akførini, ið skjótt og neyvt skal viga lastir við sandi, steini, skervi, o. s. fr. Loysnin er latin í samstarvi við ein av okkara vælumtóktu veitarum, Scanvægt.
Øll tann nýggjasta tøknin innan vektir eru nýttar í framleiðingini. Scanvægt hevur fleiri ára royndir at framleiða vektir, og gevur tað úrslit við, at hesar eru av mest framkomnu vektunum. Harðføru vektirnar eru væl egnaðar til veðurlag og umstøður av øllum slag.

El-mekaniskur verkstaður
Óla Christian Djurhuus
Servicetøkningur

Søludeildin
Bjarni Kjærbæk
Søluleiðari