



Kundi
Vága Floghavn
Stað
Vágur
Virkisøkir
El innleggingar
Koyriljós
Innflúgvingarljós
Í desember 2011 bleiv flogbreytin í Vágunum longd úr 1250 metrum til 1799 metrar. Longda flogbreytin merkir at flogvøllurin nú kann taka ímóti nógv størri flogførum enn fyrr. Nýggj innflúgvingartól hava eisini bøtt munandi um reglusemið á flogvøllinum.
Leif Mohr stóð fyri el-arbeiðstøkuni. Arbeiðstøkan fevndi um alt frá koyriljósum til innflúgvingarljós.
Uppgávan var sera spennandi. Hetta tí tað bleiv arbeitt bæði á landi og á Leitisvatni. Arbeitt bleiv eisini alt samdøgrið, hetta fyri at vanliga rutuflúgvingin kundi halda fram ótarnað av arbeiðnum.
Myndirnar úr luftini hevur Fróði H. Poulsen tikið fyri okkum.

Leiðsla
Kenneth Johannessen
Tekniskur stjóri