











Kundi
Bakkafrost
Stað
Glyvrar
Virkisøkir
El-mekaniska verkstaðið
Motorar
Umvæling
Vit fingu eina spennandi og avbjóðandi uppgávu at loysa. Talan var um ein defektan motor, ið var serframleiddur, og tískil var veitingartíðin óviss uppá ein nýggjan. Í staðin fingu vit uppgávuna at gera motorin aftur. Tveir av okkara fóru í holt við at umvæla motorin og vikla hann av nýggjum, og innan eina viku varð motorurin latin aftur til kundan.
Aftanfyri frálíka avrikið standa Alexandur Hentze, elmekanikari, og Jónas Andorsson Henriksen, automatiktøkningur. Fyri samstarvið ynskja vit somuleiðis at takka Bakkafrost fyri uppgávuna og álitið.

El-mekaniskur verkstaður
Arne Olsen
Leiðari

El-mekaniskur verkstaður
Alexandur Hentze
Elektrotøkningur