Vesturstova

Kundi
Vesturstova

Stað
Fuglafjørður

Virkisøkir
El-installatión
Stórkøkur
Hvítvørur

Nýggjur stórkøkur til Ellisheimið Vesturstovu veittur av Leif Mohr.

Vit hava veitt ein nýggjan og vælútgjørdan stórkøk til Ellisheimið Vesturstovu. Hetta er ein týðandi íløga, sum skal tryggja góðar arbeiðsumstøður og eina framúr góða matartænastu til eldri borgarar í økinum.

Køkurin er útgjørdur við dygdargóðum og framkomnum tólum, har ímillum:

  • Rational ovnar – kendir fyri góðan kvalitet og at verða brúkaravinarligur, umframt sína orkusparandi og effektivu matgerð.
  • Rational iVario – eitt alsidugt tól til bæði kóking, steiking og friturering.
  • Wexiø hettuuppvaskimaskina – tryggjar reint og hygieniskt reingerð við lágari orkunýtslu.
  • Rustfrí borð, yvirskáp og hillar – sergjørt til endamálið, tryggjar reinføri og haldføri í dagligu nýtsluni.
  • Køli- og frystirúm við eksternum kompressarum – veitt og uppsett av okkara egnu dugnaligu køliteknikarum.

Stórkøkurin verður dagliga nýttur av starvsfólkunum á Vesturstovu, sum gera mat til búfólkini. Harumframt verður køkurin eisini brúktur til at veita matartænastu til eldri borgarar í økinum, m.a. í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu. Hetta ger, at stovnurin kann veita eina breiða og dygdargóða tænastu til fleiri eldri í nærumhvørvinum.

Køkurin er gjørdur í tøttum samstarvi við byggiharran, og uppsettur av okkaru garvaðu hvítvøruteknikarum, ið tryggja, at alt verður sett upp og riggar sum tað skal.

Við hesi nýggju útgerðini er Ellisheimið Vesturstova væl útgjørt til at veita eina framúr góða matartænastu – bæði til búfólk og eldri í nærumhvørvinum.

Søludeildin
Arnstein Davidsen
Søluleiðari
Søludeildin
Eyðun Samuelsen
Søluleiðari