
El-mekaniskur verkstaður
El-mekaniski verkstaður okkara fevnir víða innan uppsetan og viðlíkahald av motorum, kompressarum, iltgerðar o.a. innan framleiðsluvinnuna. Vit hava maskinmenn, maskinsmiðir, elektrikarar og elektromekanikarar knýttar at verkstaðnum, og gevur hetta okkum eina víttfevnda vitan innan el-mekaniska heimin.

Vit uppseta og umvæla kompressarar frá Kaeser, iltgerðar frá Oxymat og kunna vit seta upp trýstluftanlegg frá byrjan til enda. Vit brúka rør av hægstu góðsku frá Infinety til trýstluft og ilt.
El-motorar umvæla vit eisini, har vit hava vikla motorar heilt upp í 400KW, og eisini hava vit vikla nógvar smærri specialmotorar.
Tær kendu pumpurnar frá Xylem/Flygt seta vit upp og um neyðugt umvæla vit eisini.
Somuleiðis er el-mekaniski verkstaðurin ein løggildur kølimontørur, og eru við til at uppseta og umvæla køli- og frystirúm í øllum støddum.
Síðani 2022 hevur verkstaðurin verið við til at sett upp fleiri enn 200 hitapumpur frá Viessmann, eitt kent týskt góðskumerkið, ið vit umboða í Føroyum.

Arne Olsen
Set teg í samband við okkum
Vit hava drúgva vitan og royndir innan veiting til føroysku alivinnuna, og eru altíð klár at hjálpa bæði við ráðgeving og sølu, umframt at vit somuleiðis kunnu taka okkum av uppsetan, viðlíkahald og umvælingum í framtíðini. Vit umboða fleiri av teimum allar fremstu veitarunum til alivinnuna í heiminum.