Vegna økt virksemi í Fuglafirði, hava vit tørv á elektrikara at byrja sum skjótast, til stórar og spennandi verkætlanir.
GG: talan er um fast starv, og ikki um tíðaravmarkað starv (tá arbeiðið í Fuglafirði er liðugt).
Leif Mohr er størsta el-innleggjarafyritøka í Føroyum. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum, og gevur hetta tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Í løtuni starvast yvir 80 fólk í fyritøkuni, og uppgávurnar eru bæði spennandi, mennandi og fjølbroyttar.
Fyri okkum er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum starvsfólk lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og dugnaligum starvsfeløgum.
Vit vænta at tú hevur áhuga fyri økinum, og ert hugagóður til hetta arbeiðið. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, so er tað ein fyrimunur. Annars er ein fyrimunur um tú:
- Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði
- Hevur góð samstarvsevnir
- Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi
Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í støðugari menning. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kenneth Johannessen, tekniska stjóra, á teldupost kj@lm.fo ella telefon +298 291237.
Umsóknin skal sendast á kj@lm.fo ella lm@lm.fo, har tú fortelur eitt sindur um teg sjálva(n), og hví tú ynskir at starvast sum elektrikari. Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 4. apríl. Tó viðgera vit umsóknirnar so hvørt, og loyva okkum at seta starvið áðrenn freistin er av, so tað er ikki at halda umsóknini aftur.