Elektrikari og lærlingur

Vegna økt virksemi í Eysturoynni, leita vit eftir elektrikara og lærlingi at byrja sum skjótast. Leif Mohr er størsti el-innleggjari í Føroyum. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum, og gevur hetta tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv sum elektrikari. Í løtuni starvast yvir 80 fólk í fyritøkuni, og uppgávurnar eru bæði spennandi, mennandi og fjølbroyttar. Fyri okkum er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum starvsfólk lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og dugnaligum starvsfeløgum

Tíðindi

Melda til tíðindabræv

Fá alt tað nýggjasta frá Umhvørvisstovuni við.