
Fibur- og netinnleggingar
Fibur
Leif Mohr hevur nýmótans útgerð og kann tí veita tænastu viðvíkjandi fiburinnleggingum. Vit hava væl útbúgvin starvsfólk við týðandi skeiðum og førleikum.
Allar nýggjar innleggingar verða gjørdar og testaðar eftir galdandi standardum. Somuleiðis kunnu vit eftirkanna og rætta eina eldri innlegging fyri at tryggja at innleggingin er í lagi.
Kopar
Tá ið ein innlegging skal gerast, er sera umráðandi at hugsað verður um órógv, sum kann ávirka netinnleggingina. Leif Mohr hevur hollar royndir innan hetta øki, og vilja vit altíð hjálpa og ráðgeva kundanum við at fáa tí bestu loysnina til sín tørv.
Tá Leif Mohr ger eina netinnlegging, verður øll innlegging gjørd á einum høgum yrkisstigi, har kaðlar vera lagdir við umhugsni og nærlagni. Eftir at innleggingin er uppsett, verður hon mátað við mátitólum í besta klassa og galdandi støði.

Kenneth Johannessen
