
Hvítvørur
Tænastur: Ber ikki til at fáa hvítvøruna við í bilin? Vit bjóða okkum at koyra út fyri teg, og at burturbeina tí gomlu, um tørvur er á tí. Harumframt kunnu vit eisini, við hjálp frá okkara frálíka hvítvøruverkstaðið, seta nýggju hvítvøruna upp.
Úrval og prísir: Við fleiri enn 100 ymiskum hvítvørum á goymslu, hava vit lagt okkum eftir at kunna bjóða eitt stórt og breitt úrval til kundar við einum og hvørjum tørvi – í fleiri ymiskum prísflokkum.
Vask og turk
Vit hava eitt stórt úrval av vaskimaskinum og turkitrumlum á goymslu, umframt kombineraðar vask/turk.
Harumframt hava vit latið fleiri turkiskáp, bæði til privatkundar og stovnar.

Ovnar og plátur
Vit hava eitt stórt úrval av innbygningsovnum og kókiplátum, bæði sum induktión og keramik, á goymslu.
Harumframt hava vit eisini komfýrar, kombiovnar, mikroovnar og dampovnar. Vit hava eisini latið fleiri innbygnings kaffimaskinur til kundar í fleiri ymiskum merkjum.

Eymhettur
At finna tí røttu eymhettuna til tann rætta tørvin og røttu mátini, er oftast tað mest torføra hjá kundanum. Men við okkara royndum og veitarum er hetta vorði eitt spæl.
Vit kunnu bjóða eymhettur av øllum slag; til vegg, uppundir skáp, í lofti, frítthangandi, í borðið, og nú serliga eisini kombineraða við kókiplátuna.

Uppvaskimaskinur
Vit hava eitt stórt úrval av uppvaskimaskinum á goymslu, í øllum støddum og skapum – og um hon skal vera til at seta køkshurð á.
Harumframt hava vit eisini tær tiltiknu “skuffu” uppvaskimaskinurnar frá Fisher&Paykel.

Køl og fryst
Hjá okkum finnur tú eisini køliskáp og frystiskáp í øllum støddum – eisini til innbygning – umframt frystiboksir til ein og hvønn tørv.
Harumframt hava vit latið vínskáp í fleiri ymiskum støddum og prísflokkum.








Majken Sílá

Tróndur Húsgarð
Set teg í samband við okkum
Vit hava eitt sterkt og væl lært toymið við drúgvum royndum, ið eru klár at hjálpa við øllum innan ráðgeving og sølu av hvítvørum. Tó at vit hava eitt stórt og breitt úrval við fleiri enn 100 ymiskum hvítvørum á goymslu, skaffa vit javnan hvítvørur til kundar, ið hava ynskir um ávísar ella serligar hvítvørur.