
Hvítvøruverkstaður
Okkara hvítvøruverkstaður er tiltikin í Føroyum, og kendur fyri høgt tænastustøði og skjóta avgreiðslu. Vit hava fólk við serkunnleika og serstakliga drúgvum royndum, ið eru skjót á staðið at loysa ella fyribyrgja trupulleikar. Verkstaðurin veitir tænastu, eftirlit og umvæling av hvítvørum og stórkøkum, bæði fyri privat- og vinnukundar.
Leif Mohr hevur ein væl mannaðan hvítvøruverkstað, ið uppsetur, viðlíkaheldur og umvælir flest øll merkir – serliga merkini vit umboða. Toymið hevur meira enn 30 ára starvsroyndir, og luttaka javnan viðkomandi skeiðum. Tí hava vit altíð ta nýggjastu vitanina um hvítvørur og stórkøkar, umframt tað, sum hartil hoyrir.

Hjartastartarar
Virksemi hjá hvítvøruverkstaðnum fevnir m. a. eisini um hjartastartarar, har vit umboða væl umtókta CardiAid, ið bæði fáast til keyps og leigu. Vit bjóða okkum somuleiðis at seta upp, viðlíkahalda og umvæla/skifta út eftir avtalu.
Eisini útvega vit eykalutir, umvæla og veita til flest øll sløg av billyftarum. Hvítvøruverkstaðið er góðkent av Arbeiðseftirlitinum til at gera kravdu árligu eftirlitini, sum billyftarnir skulu hava. Harumframt er hvítvøruverkstaðið eisini innyvir okkara virksemi innan reingerðarrobottar, ið bæði seta upp og kortleggja forritini, umframt bjóða sær at viðlíkahalda og umvæla eftir avtalu.

Magni Magnussen
Set teg í samband við okkum
Vit hava ein vællærdan og vælmannaðan hvítvøruverkstað við sera drúgvum royndum, ið altíð eru klárir við eini hjálpandi hond. Tað er óansæð um talan er um at seta upp nýggja loysn, ella um talan er um at viðlíkahalda ella umvæla eina brúkta loysn. Við okkara hvítvøruverkstaðið er kundin tryggari.