
Ljóskeldur
Tænastur: Okkara starvsfólk hava vitan og royndir fyri at veita vegleiðing og ráðgeving við ljóskeldum av øllum slag.
Úrval og prísir: Umframt vitan og royndir, hava vit føroya størsta úrval av ljóskeldum, ið bæði eru til taks fyri privat- og vinnukundar fyri kappingarførar prísir.
Perur og ljósrør
Vit hava eitt sera stórt og breitt úrval av ljósperum og ljósrørum á goymslu, í fleiri ymiskum støddum, fatningum, styrkjum og litum – eisini við ella uttan møguleika fyri demping.

Spottar
Vit hava somuleiðis eitt stórt úrval av spottum á goymslu, bæði við og uttan ljóskeldu, í fleiri litum, og við ymiskum møguleikum fyri demping.
Umframt innbygningsspottar hava vit eisini spottar at byggja frá loftinum, til uttandura, til niðurgraving, til skinnarar, uppundir køksskáp og til klædnaskáp.

LED strips
Innan LED-strips hava vit somuleiðis eitt stórt úrval á goymlsu.
Bæði til nýtslu innandura og uttandura, 12V, 24V og 230V, til allar ymiskar møguleikar innan demping, o. s. fr.
Vit hava m. a. eisini loysnir til troldtekt og ljósskinnarar á goymslu.

Ljósarmatur
Vit hava eitt stórt úrval av ljósarmaturum á goymslu, bæði til nýtslu heima við hús og til vinnuliga nýtslu.
Vit hava tey eisini við høgum IP-flokki, sum ger at tey eru haldfør til tað harða umhvørvið, sum t. d uttandura og í hjalli.
Somuleiðis hava vit ljóskastarar, m. a. til skip og bygningar, á goymslu.

Arbeiðsljós
Hevur tú tørv á arbeiðsljósi?
Vit hava arbeiðsljós til handverkaran á goymslu, bæði til tær smærru og størri uppgávurnar.
Bæði tær vanligu arbeiðslampurnar, men eisini tær umtóktu LED-bondini, ið kunnu leggjast yvir stór arbeiðsøkir.

Aðrar ljóskeldur
Eisini eitt stórt úrval av lummalyktum í øllum støddum og styrkjum á goymslu, umframt LED-panelir til loft, og fleiri aðrar ljóskeldur.








Sverri Nattestad

Kári Thomsen
Set teg í samband við okkum
Vit hava eitt sterkt og væl lært toymið við drúgvum royndum, ið eru klár at hjálpa við øllum innan sølu og ráðgeving av ljóskeldum. Tó at vit hava eitt stórt úrval á goymslu, skaffa vit javnan vørurtil kundar, ið hava ynskir um serligar ella ávísar ljóskeldur.