Vegna økt virksemi, leita vit eftir einum tænastusinnaðum sølulærlingi at byrja sum skjótast.
Vit vænta, at tú hevur áhuga í sølu, ert fyrikomandi og ágrýtin, og fert hugaliga til verka. Tað er ein fyrimunur at tú hevur viðkomandi prógv at vísa á, og/ella at tú hevur royndir innan sølu. Hetta er tó ikki eitt krav.
Tú kemur at starvast í handli okkara á Hoyvíksvegnum, har tú, saman við okkara vælmannaða og vællærda sølutoymi, verður ein tíðandi liður í dagliga virksemi okkara.
Vit bjóða tær eitt áhugavert lærustarv hjá eini fyritøku í støðugari menning, við fjølbroyttum og spennandi uppgávum. Tú verður ein partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at seta tín dám á gerandisdagin. Somuleiðis bjóða vit tær tryggar karmar og góðan stuðul bæði frá starvsfólki og leiðslu.
Arbeiðsuppgávurnar er fjølbroyttar og ongin dagur er eins. Tú kemur fyrst og fremst at arbeiða við sølu og ráðgeving, bæði til privat- og vinnukundar. Eisini sleppur tú at royna teg innan innkeyp og marknaðarføring, umframt at vera við til at halda vøruúrval- og tænastur okkara dagført og spennandi.
Spurningar ella ivamál? Nærri kunning um læruplássið fæst við at venda sær til Høgna Klein Olsen, handils- og marknaðarleiðara, á telduposti hko@lm.fo ella á telefon +298 291246.
Umsóknin, saman við viðkomandi prógvum, skal sendast til hko@lm.fo, har tú fortelur eitt sindur um teg, og hví tú sært teg sjálvan í læru júst hjá okkum. Freistin at søkja er fríggjadagin 27. februar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Í stuttum kann Leif Mohr lýsast sum virkin leikari innan veitan av vørum og tænastum í Føroyum tey seinastu 90 árini. Tú kemur at starvast í eini fyritøku við fjølbroyttum virksemi, og gevur hetta tær eitt áhugavert lærupláss við ymiskum uppgávum. Í løtuni starvast yvir 90 fólk í fyritøkuni, ið hevur høvuðssæti á Hoyvíksvegnum í Tórshavn, har handil, skrivstova og hvítvøruverkstaður húsast. Ein søludeild er á Kambsdali, umframt at ein el-mekaniskur verkstaður heldur til “Úti í Vika”.