Vágatunnilin

Kundi
P/F Vágatunnilin

Stað
Vágar

Virkisøkir
El innleggingar
Ljósstýring (DALI)
Stýring at skifta forsýning til armaturir

Leif Mohr hevur skift alla ljósskipanina í Vágatunlinum út. Talan er um umleið 400 ljósarmatur, sum eru skift út við LED armatur frá Thorn.

Ljósini verða í dag stýrd av einari stýring, sum regulerar styrkina alt eftir, hvussu ljóst ella myrkt tað er uttanfyri.

Skipanin syrgir fyri, at tú ikki verður blendaður, tá tú koyrir inn ella út úr holinum. Ljósstyrkin minkar allan vegin niður móti botninum á tunlinum og økist so spakuliga á veg úr tunlinum aftur, soleiðis at eyguni aftur venja seg við styrkina, sum er uttanfyri.

Umframt at skifta ljósini í tunlinum, hava vit eisini monterað eina No-Break skipan til tunnilin, skift jørðskipanina út, og gjørt onnur smáarbeiði.

Leiðsla
Kenneth Johannessen
Tekniskur stjóri