



Kundi
Dvøljan
Stað
Tórshavn
Virkisøkir
El innleggingar
Net innleggingar
Ljóðskipan
Trygdarljósskipanir
Sjálvvirkandi brandalarmskipan (ABA, ABDL)
Bygningssjálvvirkni (IBI)
Ljósstýring (DALI)
Leif Mohr hevur ráðgivið um el, umframt at hava el arbeiðstøkuna av um- og útbygging av Angus Steakhouse.
Um- og útbyggingin byrjaði fyrst í apríl og hevur bert vart í 4 mánaðir, har Emilia fastfood og súkluskúrurin er tikin burtur og húsið, har Angus er, er víðkað. Angus er heildarumvælt og húsar í dag tvífalt so nógvum gestum sum áður. Tað er gjørdur ein nýggjur stórkøkur við sera góðum umstøðum. Pylsuvognurin er nýtímansgjørdur við egnum køki. Mungo er tann nýggi møguleikin, har tað er møguligt at heinta mat heimvið, uttan at koma inn í sjálva matstovuna. Umframt hetta, eru starvsfólkarúm, teknikrúm, vesir og annað.
