Betri (Smyrilsvegur)

Kundi
Betri

Stað
Tórshavn

Virkisøkir
El innleggingar
Net innleggingar
Fibur innleggingar
Bygningssjálvvirkni (IBI og CTS)
Ljósstýring (DALI)

Leif Mohr hevur ráðgeving og el arbeiðstøkuna viðvíkjandi umbyggingini á Smyrilsvegi 20. Hettar er sera flotti bygningurin sum Brunatryggingin bygdi afturi í 80’unum. Tá var tað Leif Mohr, sum hevði el-arbeiðstøkuna.

Bygningurin er í trimum lonum. Fyrsta byggistig var gjørt í 2018 og var tað tann minsta lonin sum bleiv endurnýggja. Her hevur Numo skrivstovu í dag. Í mars 2020 bleiv stig tikin til at endurnýggja restina av bygninginum so hølini kunnu leigast til Taks. Við hesum fær Taks savnað sítt virksemi í Tórshavn og Argjum. Umvælingin skal vera liðug 2. novembur í ár.

SNA hevur saman við SMJ og Leif Mohr staðið fyri ráðgevingini. Arbeiðstakarar eru m.a. Eysturlon, Leif Mohr, Renovent og Uni Zachariasen.

Leiðsla
Kenneth Johannessen
Tekniskur stjóri