



Kundi
Landsverk
Stað
Tórshavn
Virkisøkir
El innleggingar
Neyðstreymskipanir
Neyðljósskipan
Hurðaskipanir (ADK og AIA)
Brandanlegg (ABA)
Varslingsannlegg (AVA)
Sprinklaraskipan (AVS)
CTS skipan
Í apríl 2014 skrivaðu Leif Mohr og Landsverk undir sáttmála uppá el arbeiðstøkuna í samband við nýggja miðnámsskúladepilin, Glasir.
Tá sáttmálin varð undirskrivaður, var talan um størsta sáttmála, sum nøkur føroysk el-fyritøka hevði gjørt í samband við nakra byggiuppgávu í Føroyum.
Upprunaliga fevndi sáttmálin um el installatión, ljósstýringar, generatorar, UPS anlegg frá Schneider Electric (APC/MGE), sjálvvirkandi brandalarmskipan (ABA) við digitalum paneli til sløkkiliðsfólkini, ávaringarskipanir, hurðaskipan (ADK), fipurarbeiði og netinnlegging, og stýring av hita og ventilatión (CTS stýring í samstarvi við Siemens). Harumframt vóru vit fram móti endanum av byggingini, eisini biðin um at gera stýringina til sprinklaraskipanina og neyðljósanleggið.
Arbeiðið byrjaði í mai í 2014 og var endaliga latið úr hondum í januar 2019. Tá hevði skúlin verið í nýtslu í umleið eitt hálvt ár.
