



Kundi
SEV
Stað
Sund
Virkisøkir
El innleggingar
Hitakaðalar
Neyðljósskipan
Automatión- og pumpustýringar
Ljósstýring (DALI)
UPS-skipan
2x generatorar 700kWa
Leif Mohr hevur loyst stórar arbeiðsuppgávur fyri SEV seinastu árini. Vit høvdu nógv at gera í samband við Tangagarðin, sum SEV hevur gjørt á Sundi, har vit í fyrsta umfari tóku okkum av øllum el-installatiónum. Eisini gjørdu vit sjálvvirkandi brandávaringarskipanina, sjálvvirkandi gassávaringarskipanina og sjálvvirkandi kameraskipanina, umframt at vit gjørdu alt fipurarbeiði saman við OPUS og BWSC.
Síðan hava vit eisini arbeitt í samband við víðkanini av sjálvum Sundsverkinum, í samband við, at SEV setti nýggjar motorar upp á Sundi. Har hevur okkara arbeiði verið at gjørt el-installatiónirnar, sett DALI-ljósstýringina, leverað eina neyðgeneratorskipan við tveimum generatorum á 700kVA. Eisini hava vit leverað eina sjálvvirkandi brandávaringarskipan (ABA), sum hevur digitalt panel til sløkkiliðsfólkini, automatiónsprojekt til kølipumpur, hitakaðalskipan og neyðljósskipan.
